Kennir tú teg strongdan?
Hevur tú brúk fyri hjálp til at koma úr støðuni við strongd og at fyribyrgja, at tú aftur verður strongdur? Er svarið JA?
So hevur tú møguleika fyri at koma til STRESSCOACHING og læra, hvat skal til fyri at fáa strongdina úr kroppinum og sinninum og hvussu tú tryggjar, at tú fært mótstøðuføri móti framtíðar strongd.
Berit Unn Petersen
Eg eri útbúgvin sosialráðgevi, kandidatur í sosialum arbeiði við síðufaki í sálarfrøði og stresscoach.
Eg havi 24 ára starvsroyndir innan sosialt arbeiði, seinastu 9 árini sum leiðari. CV liggur á Linkedln. Eg eri fødd í 1969, gift og havi 2 døtur og eina gávudóttur.
Berit Unn Petersen
Eg havi sjálv upplivað afturvendandi strongd yvir fleiri ár. Í 2017 var støðan so tyngjandi, at eg bleiv sjúk av strongd. Tað var ein sera trupul støða, og ynski eg, at onnur ikki koma í slíka støðu. Eg fekk samband við ein danskan stresscoach og fekk miðvísa hjálp móti strongd. Eg byrjaði at arbeiða nakrar tímar um vikuna og endaði við aftur at arbeiða fulla tíð. Tað hevði stóran týdning fyri meg at fáa miðvísa hjálp, og livi eg eitt virkið lív uttan strongd. Eg havi lokið útbúgving sum stresscoach og arbeiði nú við at hjálpa øðrum, ið hava tørv á miðvísari hjálp móti strongd, so at tey aftur fáa eitt gott og virkið lív uttan strongd.
Hvat er strongd?
STRONGDREAKTIÓNIR
Strongdreaktiónir koma og fara skjótt og vara frá nøkrum minuttum til tímar, alt eftir hvussu stór hendingin var. Strongdreaktiónir hava sína orsøk, og flestu strongdreaktiónir eru natúrligar og hjálpa okkum í vandamiklum støðum við at fáa okkum til antin at frysta, flýggja ella leypa á. Strongdreaktiónir kunnu tó eisini koma av trýsti frá okkum sjálvum ella øðrum. Tað er altíð okkurt ávíst, sum ger teg strongdan, áðrenn strongdreaktiónin kemur, men tað er ikki altíð, at tú veitst, hvat tað er, sum ger teg strongdan.
AFTURVENDANDI STRONGDREAKTIÓNIR
Aftyrvebdabdu strongreaktiónir kunnu føra við sær,at støðan við strongd gerst meira varandi. Støða við afturvendandi strongd kann koma spakuliga og fara spakuliga burtur aftur. Tað tekur tíð at byggja eina støðu við tyngjandi strong upp. Tað kunnu ganga mánaðir ella ár, áðrenn støðan við strongd verður álvarsom. Tá tekur tað eisini mánaðir at koma burtur úr støðuni aftur.
TYNGJANDI STRONGD
Tyngjandi strongd ella langtíðar strongd kemur, tá tú í langa tíð upplivir afturvendandi strongdreaktiónir í gerandisdegnum, uttan at strongdin fær møguleika fyri at fara úr kroppinum.